Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Vitlíki: Veðurfrøðingur tosar fimm fremmandamál

Andrias Gregoriussen frá Veðurstovu Føroya tosar fimm fremmandamál í einum videobroti, men tað er ikki veruleiki, ella jú, tað er veruleiki. Tað er vitlíki

Framtíðin er her!

Ársins orð í fjør bleiv “vitlíki”, sum er føroyska orðið fyri AI, artificial intelligence, og nú sæst sjón fyri søgn, hvussu vitlíki hevur ment seg.

Regin W. Dalsgaard og veðurfrøðingurin Andrias Gregoriussen, frá Veðurstovu Føroya, hava gjørt eina roynd at gera veðurtíðindi á fimm fremmandum málum, ið er genererað við tilgjørdum viti á somu málum.

Regin W. Dalsgaard skrivar soleiðis á sínum Facebook-vanga:

Apropos kjakið um, at KvF hevur strikað ensku útgávuna av tíðindum, so gjørdu vit eina roynd at automatisera veðurtíðindini við AI.

Í hesum førinum gjørdi vit (Andrias Gregoriussen frá Veðurstovu Føroya og undirritaði) ein Avatar av Andriasi fyri at fáa sjónvarpaðu veðurtíðindini, uttan at verturin dugur hesi mál. Hann lesur bara á føroyskum.

Í hesum brotinum, kanst tú síggja veðurtíðindini á týskum, fronskum, sponskum, kinesiskum og ukrainskum(legg merki til andlit og kropsmál).

Videobrotið sæst her: