Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Samanumtøka: Chiefs eru vinnarar av Super Bowl LVIII

Kansas City Chiefs eru Super Bowl vinnarar. Tað var við heldur turrisligari byrjan, har verjuspælið var episkt og gjørdist altavgerandi. Vit taka samanum ársins Super Bowl

Fyrri hálvleikur
Fyrsti quarter var málleysur. Defense-liðið hjá bæði Chiefs og 49ers stóðu seg framúr væl, har øll mynstrini og taktisku avgerðirnar tóktust ganga upp í eina hægri eind. Hetta var eisini merkt av, at hvørgan quarterback tordi at taka kjansir við høgum váða. Tað er nú ikki nógv løgið í tí, tí ikki hava stundirnar verið nógvar, at avlesa spælið.

Longu sjey sekund inn í annan quarter fáa 49ers trý stig fyri eitt field goal, har stórspælandi kickarin Jake Moody trygt sparkaði bóltin millum tær báðar stengurnar. Hetta gjørdist eisini Super Bowl met, fyri longsta fieldgoal spark á 55 yards.
Tá tað so gjørdist møguligt hjá Patrick Mahomes (Chiefs) at leiða liðið frameftir vøllinum, vildu defense-liðið hjá 49ers tað annaðleiðis. Hann breyt úr lummanum nakrar ferðir, men varð sackaður (t.e. at verða takklaður, áðrenn hann fær kastað, red.) endurtakandi ferðir.

49ers royndu seg við einum sokallaðu trickplay. Tað merkir, at quarterback Brock Purdy kastar bóltin til ein viðleikara, sum so kastar hann aftur til running back Christian McCaffrey, ið so fær eitt touchdown í hús. Hetta gjørdist ein heilt framúr fantastiskur fyrri hálvleikur.

Patrick Mahomes hevði eitt 52 yard kast, sum var ótrúligt nokk, men longu næsta spæl eftir hetta, fingu 49ers bóltin aftur við einum interception (t.e. at taka bóltin frá áleypandi liðið og harvið fáa álopsspælið, red.).

Nakað margháttligt sum hendi, var tá Fred Warner, linebackari hjá 49ers, gjørdist skaddur. Hann sleit hælsina, í tí at hann skuldi inn á vøllin. Vit mettu hann í dag at vera lykilin hjá 49ers, fyri at vinna á áleypandi liðnum hjá Chiefs.

Les eisini...  FM1 sendir beinleiðis frá Countryfestivalinum fríggjakvøldið og leygardagin

Beint fyri hálvleik, fáa Chiefs trý stig fyri eitt fieldgoal við fjórðu roynd, har teir ikki høvdu mótið til at spæla ella renna bóltin móti endzone.

Halftime show
Hetta var eitt halftime show, ið ikki var nógv at reypa av. Tað var gott at hoyra kend løg, men set-up, koreografi og tematiski parturin var beinleiðis keðiligur. Usher er eitt alt ov stórt navn, til at koma við so skuffandi framførslu í eini Super Bowl finalu.

Seinni hálvleikur
Her er tað, at Patrick Mahomes vísur okkum, hví hann er besti quarterback í heiminum í løtuni. Í triðja quarter megnaði Chiefs, við playcalls (t.e. mátin, ið quarterback/venjararnir velja at taka leikin upp uppá, red.) at vinna 10-0 samanlagt.

49ers megnaðu at fáa hála níggju stig heim í triðja quarter, við touchdown og einum 50+ yard field goal, enn einaferð av einum stórspælandi Jake Moody. Hann brendi tó eitt field goal, tá verjan hjá Chiefs megnaði á óhoyrdan hátt, at blokerað skotið hjá honum.

Hetta er bert aðruferð í heimssøguni, at ein Super Bowl fer í yvirtíð. Seinasta tað hendi, var í Super Bowl LI (51) tá New England Patriots í svøkum comeback-dysti, vann á Atlana Falcons.

Í yvirtíðini megnaði Jake Moody enn einaferð at seta bóltin millum stengurnar – trý stig við field goal. Hetta vísti seg at ikki verða nokk, tí táið trý sekund restaðu í av fyrstu rundu av yvirtíðini, snýtti wide receiver Mecole Hardman Jr. defensivu linjuna hjá 49ers og staðfesti sigurin.

Hetta var sostatt ein Super Bowl, ið hevði alt. Feilir, væleydnað spæl, langar avleveringar, vælkoordineraðar verjuskipanir, øði, gleði og alt harímillum.

Les eisini...  Páll Finnur Páll á Mentanarnáttini á Tvøroyri

Sum rosinan í pylsuendanum, gjørdist Patrick Mahomes ársins Super Bowl MVP.

Kansas City Chiefs eru heimsmeistarar við 25-22 sigri á San Francisco 49ers.