Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Almenn móttøka á Húsum

Í samband við at nýggjur dagstovnur verður tikin í nýtslu á Húsum, verður bjóðað til almenna móttøku í morgin

Nú verður eitt dagstovnatilboð á Húsum, sum fer at halda til í bygdarhúsinum í bygdini, ið er liðugt umvælt at hýsa nýggja dagstovnatilboðnum.

Í hesum sambandi verður almenn móttøka á Húsum í morgin, 15. februar klokkan 17.45.

Barnatalið í Kalsoynni stendur í vøkstri, og í løtuni eru tað níggju børn í aldrinum 0 til 9 í oynni. Tvey børn vórðu fødd í fjør, og tí hevur Klaksvíkar kommuna í eina tíð arbeitt við einari loysn, soleiðis at øll børnini kunnu fáa eitt tilboð í oynni.

Avgerð varð í fjør tikin um, at bygdarhúsið á Húsum skuldi hýsa dagstovnatilboðnum, og tí bleiv húsið umvælt til endamálið. Hølini verða innrættaði soleiðis, at bygdarhúsið bæði kann rúma dagstovnatilboðnum og samstundis nýtast til annað virksemi hjá bygdafelagnum.

Tað er bygdafelagið, sum sjálvt hevur staðið fyri umvælingini og Klaksvíkar kommuna leigar síðan hølini.