Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

PKU-kortini eru komin heim

Tað hevur stóran týdning, at PKU-kortini og annað føroyskt tilfar verður savnað og varðveitt hjá okkum í Føroyum. Tilgongdin at fáa PKU-kortini heim hevur verið drúgv. Heilsumálaráðið og avvarðandi heilsumyndugleikar hava arbeitt við málinum í fleiri ár. Málið hevur havt høga raðfesting hjá mær, og eg eri fegin um, at vit nú fáa PKU-kortini í varðveitslu hjá Fólkaheilsustýrinum. Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum

Í góð 40 ár hava blóðroyndir verið tiknar av nýføddum børnum í Føroyum, tær sonevndu PKU-blóðroyndirnar ella hælblóðroyndirnar. Hesar blóðroyndir, sum verða goymdar á PKU-kortum, hava higartil verið á goymslu í biobankanum hjá Statens Serum Institut í Danmark.

Føroyski heilsumyndugleikin eigur og hevur ábyrgd av PKU-kortunum. Tað hevur týdning, at alt føroyskt tilfar og skráir verða savnað í Føroyum og gerast partur av undirstøðukervinum hjá Fólkaheilsustýrinum til føroyska heilsugransking.

Samstarvið við Statens Serum Institut og serfrøðingar á Ríkissjúkrahúsinum, um at gera kanningarnar og veita heilsufakliga ráðgeving á økinum, heldur fram. Men tá ið kanningarnar eru framdar, verða PKU-kortini í framtíðini send aftur til Føroya í varðveitslu hjá Fólkaheilsustýrinum, sum er heilsumyndugleikin, ið hevur ábyrgd av at veita heilsufakliga ráðgeving og vegleiðing í Føroyum.

Heilsuvísindaliga granskingin í Føroyum er í rúkandi menning, og tað hevur alstóran týdning, at umstøðurnar fyri heilsugransking framhaldandi verða styrktar og mentar.

Greitt er, at ávís viðurskifti viðvíkjandi heilsu eru serføroysk. Tá PKU-kortini nú verða savnað í Føroyum, verður lættari hjá føroyskum granskarum at fáa atgongd til tey, og sannlíkindini økjast fyri, at granskað verður í serføroyskum viðurskiftum.

Næsta stig verður at fara undir at kanna, hvat skal til, fyri at PKU-kanningarnar kunnu fremjast í Føroyum, soleiðis at tað ikki verður neyðugt at senda PKU-kortini av landinum.

Um PKU-kortini

Blóðroyndirnar eru avlopstilfar frá teimum kanningum, sum Statens Serum Institut fremur út frá hælblóðroyndunum hjá nýføðingum, sum verða tiknar 48-72 tímar eftir føðing. Kanningarnar fevna um 25 álvarsligar viðføddar sjúkur, sum kunnu geva álvarsliga mein, um tær ikki verða uppdagaðar tíðliga. Til ber at lesa meira um kanningarnar her.

Les eisini...  Tveir landsdystir standa fyri framman

PKU-kortini verða goymd til:

  • Nýtslu hjá barninum og familjuni
  • At góðskutryggja kanningar, og at menna greiningar- og kanningarhættir
  • Nýtslu í heilsugransking

Fleiri myndir her. Trýst á myndina.