Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Cochren & co á KRISTFEST

Talan er um framúr góða bólkin Cochren & Co úr lítla býnum Montgomery, Indiana, USA.

Bólkurin hevur ligið nr. 1 á Billboard’s Christian Ariplay chart, hann var tilnevndur ársins nýggja navn, hann hevur framført á Grand Ole Opry og nú kemur hann á KRISTFEST! 

Talan er um framúr góða bólkin Cochren & Co úr lítla býnum Montgomery, Indiana, USA.

Tað er singer/songwriter og lovsongsleiðarin Michale Cochren, sum saman við vinum mannað bólkin Cochren & Co. Michael Cochren vaks upp við nógvum tónleiki og eftir loknan skúla í 2011, stovnaðu hann og nakrin vinir bólkin Cochren & Co. Michael framførdi bæði solo og saman við bólkinum og skjótt vóru tey umbiðin kring alt USA.

Video brot har Cochren & Co bjóða øllum til Kristfest

Teirra fyrsta staklag kom út í 2018 og síðani hava tey útgivið fleiri stakløg og tvær heildarútgávur.

Tónleikurin og boðskapurin er vónríkur og tíðarleysur. Tekstirnir eru um at søkja Gud, um Guds náði, og at man kann møta Jesusi alla staðni, sjálvt á einum parkeringsplássi eitt týskvøld.

Tónleikastílur hjá Cochren & Co er pop, soft rock og soul/blues. 

Vit gleða til at hoyra frálíka amerikanska bólkin á KRISTFEST 2024!

Cochren__Co