Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Skúlanæmingar kappast í íverksetan

Fríggjadagin 23.februar, fara heili 7. bólkar at kappast í finaluni um SkúlaFM. Hetta er árliga kappingin, har skúlanæmingar í framhaldsdeildunum kring alt landið, kappast í íverksetan. Finalan byrjar kl.09.30 og verður í Varpinum í Klaksvík

Næmingar úr framhaldsdeildunum kring alt landið, hava seinasta árið luttikið í skeiðum, sum Íverksetarahúsið hevur skipað fyri. Hetta eru skeið í: Start-up, Søla & Framførsla , Leiðsla & Nýskapan.

Harumframt hava næmingarnir fingið undirvísing í íverksetan á skúlunum, og hava á tann hátt eisini arbeitt við at finna hugskot til nýggjar vinnur og fyritøkur, sum tey síðan hava ment.

Tað eru nøkur av hesum hugskotunum, ið vit fara at síggja meir til fríggjadagin 23. februar. SkúlaFM er ein vinnulig verkætlan, har sjóneykan verður sett á stovnsetan av egnum virki. Verkætlanir sum hesar, eru við at skapa eina íverksetaramentan í Føroyum, longu frá ungum árum, umframt at tær geva næmingum møguleikan at royna seg sum sjálvstøðug vinnurekandi.

Í ár eru næmingar frá Skúlatrøð, Eysturskúlanum, Tofta- og Runavíkar kommunuskúla, Skúlanum á Giljanesi, NámX og Skúlanum við Løgmannabreyt við til finaluna.

Til finaluna fríggjadagin verður tað landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni N. Joensen, ið setur finaluna. Harumframt kemur Karl Johansen borgarstjóri at bera fram røðu. Í finaluni leggja næmingarnir fram fyri einum dómarapaneli, sum velur bestu verkætlanina.

Vinnandi bólkurin fær, umframt heiðurin at vinna, møguleikan at royna seg í Next Level kappingini í Danmark. Next Level er líknandi donsk kapping fyri skúla ungdóm.

Betri og Føroya Tele geva 5.000,- kr. hvør í til vinnandi bólkin, sum síðan er ein partur av fíggingini til ferðina til Next Level kappingina í Danmark. Bólkur nr. 2 og 3 fáa somuleiðis ein vinning á ávíkavist 1.500 kr. og 1.000 kr.

SkúlaFM er eitt samstarv ímillum Íverksetarahúsið, Barna- og útbúgvingarmálaráðið og skúlarnar kring landið.

Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sum er ókeypis.

Les eisini...  Mistu dóttrina burtur í mjørkanum

SKRÁIN:

09.00 DYRNAR LATA UPP

09.30 ÍVERKSETARAHÚSIÐ BJÓÐAR VÆLKOMIN

09.35 DJÓNI NOLSØE, LANDSSTÝRISMAÐUR SETUR DAGIN

09.45 FRAMLØGUR – 7 BÓLKAR

11.15 DÓMARARNIR FARA AT UMRÁÐA SEG

11.15 STEÐGUR (okkurt gott afturvið)

11.35 UNDIRHALD

12.00 KARL JOHANSEN, BORGARSTJÓRI, HELDUR RØÐU

12.10 AVDÚKING OG HANDANIN

12.30 LIÐUGT