Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Marius Danielsen skal á vinnaraseminar í støddfrøðikapping í Danmark

Vinnaraseminariið verður í Sorø í døgunum 25-28 februar

Næmingar á Glasi hava staðið seg væl til Georg Mohr støddfrøðikappingina hesa ferð.

Tríggir næmingar hava fingið diplom fyri sera gott avrik, og ein næmingar er komin víðari til vinnaraseminarium, sum verður í Sorø í døgunum 25-28 februar. Tað er Marius Danielsen úr 22g.

Teir, ið fingu diplom, eru William Klevang Eikholm, Áki Ingason og Meinhard Ferjá Hansen.

Á myndini omanfyri eru f.v.: Marius Danielsen, Meinhard Ferjá Hansen og William Klevang Eikholm. Áki Ingason vantar á myndini omanfyri (Mynd: Glasir)

– Nú verður spennandi at vita, um Marius kemur enn longur í kappingini. Vinnarar av George Mohr kappingini umboða Danmark á altjóða olympisku leikunum fyri støddfrøði, sum í ár verður hildin í Bath í Onglandi í juli mánaði, skrivar heimasíðan hjá Glasir.