Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Landsverk fingið fyribils stjóra

Marjun Weihe Thomassen er sett sum virkandi stjóri á Landsverki

Eftir at Sigurd L. Lamhauge hevur sagt seg úr starvi sum stjóri á Landsverki, so hevur Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið tikið avgerð um at seta Marjun Weihe Thomassen, sum er fíggjarleiðari á Landsverki, sum virkandi stjóra, inntil starvið er sett av nýggjum.

Tað skrivar Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið á heimasíðu sínari.

– Farið verður beinanvegin undir at fyrireika eina tilgongd at seta nýggjan stjóra á Landsverki, skrivar ráðið.