Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nýtt útbúgvingarráð sett innan maritimar útbúgvingar

Landsstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett nýtt útbúgvingarráð fyri maritimu útbúgvingarnar

Alfred Petersen heldur fram sum formaður, og eru hinir limirnir í ráðnum Arnfinn Bech, Berit Hovsgarð, Stefan í Skorini, Annfinnur Garðalíð, Gunnbjørn Joensen og Hans Johannes á Brúgv.

Maritima Útbúgvingarráðið skal sambært lóg um útbúgving av manning á skipum veita landsstýrismanninum ráðgeving innan maritimar útbúgvingar.

Á setanarfundi í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum heilsaði landsstýrismaðurin, Djóni Nolsøe Joensen, upp á limir og varalimir í nýggja Maritima Útbúgvingarráðnum. Landsstýrismaðurin fegnast um, at Maritima Útbúgvingarráðið, sum umboðar bæði vinnu og fakfeløg, kann veita eina breiða og fakliga holla ráðgeving.

Hetta er eitt øki við stórum týdningi fyri Føroyar. Tað er umráðandi, at maritimu útbúgvingarnar støðugt fylgja við altjóða krøvum og tí menning, sum er millum annað innan tøkni og grøna orkuskiftið. Samgonguskjalið raðfestir maritimu útbúgvingarnar høgt, og tí er gleðiligt, at bæði vinna og fakfeløg vilja taka lógvatak saman og lyfta hesa týðandi uppgávu saman við undirvísingarverkinum.

Maritima Útbúgvingarráðið er mannað soleiðis:

Alfred Petersen, formaður

Maskinmeistarafelagið
Arnfinn Bech, limur                                                     
Regin M. Olsen, varalimur

SEV
Berit Hovsgarð, limur                                                   
Magnus K. Magnussen, varalimur

Føroya Reiðarafelag
Stefan í Skorini, limur, limur                                       
Jógvan Jespersen, varalimur

Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Annfinnur Garðalíð, limur                                            
Kristian Oskar Hendriksen, varalimur

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Reiðarafelagið fyri farmaskip
Gunnbjørn Joensen, limur                                            
Jórun Gardar, varalimur

Sjóvinnustýrið
Hans Johannes á Brúgv, limur
Anly Sandberg Petersen, varalimur