Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Skuldsettur fyri stuldur av mati

Hetta var í samband við innbrotið í Hafnia fyrranáttina

Løgreglan fekk fyrradagin eina fráboðan, at tað hevði verið innbrot á Hotel Hafnia, har innbrotstjóvurin hevði stolið nakað av mati – eisini nakað av fínari matinum, soleiðis sum vaktleiðarin hjá Føroya Politi orðar seg.

Hetta var nakað yvir midnátt fyrranátina.

Í gjár segði løgreglan, at við at hyggja eftir upptøkunum frá vakmyndatólum, so helt politiið seg vita, hvør tað var, ið hevði brotið inn.

Í morgun sigur vaktleiðarin hjá politiinum, at løgreglan nú hevur skuldsett ein mann fyri stuldurin.

Ferðsluløgreglan var eisini suðuri í Vági í gjár og gjørdi ferðslukanningar.

Har vórðu umleið 50 akfør steðgaði, og 12 mál blivu skrivaði niður, umframt at fimm átalur vórðu givnar.

Tað var eitt sindur av hvørjum, sum fólk hava fingið bót fyri. Manglandi koyrikort, onkur lyktafeilur og so vóru nøkur prutl, ið vóru tunaði umframt at førarar av prutli ikki bóru hjálm undir koyring.