Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nevndin í Havnar Handverksmeistarafelag heldur fram

Í farnu viku hevði Havnar Handverksmeistarafelag aðalfund. Fyri vali stóðu Torbjørn Hansen og Jón Sigurðsson. Báðir blivu afturvaldir

Á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin, skipaði nevndin í Havnar Handverksmeistarafelag seg á sama hátt sum árið fyri við Torbjørn Hansen sum formanni og Magnus Magnussen sum næstformanni.

Í nevndini sita eisini Pauli Hofgaard, Kartin Lenvig og Jón Sigurdsson.

Somuleiðis bleiv Karstin Vang afturvaldur sum tiltakslimur. Afturat honum, situr Sjúrður Jacobæus eisini sum tiltakslimur.