Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Enn ein dómur um smugling av hassji

Ein 52 ára gomul kvinna og ein 25 ára gamal maður eru í dag dømd eitt ár og tíggju mánaða treytaleysa fongsulsrevsing hvør, fyri at hava smuglað hassj til Føroya

Eitt mál um smugling av hassji til Føroya er viðgjørt í Føroya Rætti í dag, og tað var ein samdur dómsmansrættur, sum dømdi eina kvinnu og ein mann eitt ár og tíggju mánaða treytaleysa fongsulsrevsing í part fyri at hava smuglað umleið 24 kilo av hassji til Føroya í januar í ár.

Fólkini, sum komu til Føroya við Norrønu í januar í ár, vórðu steðgaði av tollvaldinum við komu. Kanningar vístu skjótt, at bilurin, sum fólkini ferðaðust í, var serliga tilgjørdur til smugling, skrivar Føroya Politi.

– Í tveimum loyniligum rúmum millum dúrkið og botnin í bilinum fann politiið stóru nøgdina av hassji.

Fólkini, sum hava verið varðhaldsfongslað, síðan tey komu til Føroya, játtaðu seg lutvíst sek í Føroya Rætti, men greiddu frá, at tey ikki vistu, at talan var um eina so stóra nøgd av hassji, sum var í bilinum.

Hóast hesa frágreiðing frá teimum ákærdu, so dømdi ein samdur dómsmansrættur bæði fólkini fyri at hava smuglað tey umleið 24 kiloini av hassji til Føroya.

Umframt hassjið, so varð bilurin, sum hassjið bleiv smuglað í, eisini konfiskeraður.

– Fólkini bóðu um umhugsunartíð og hava nú – eins og ákæruvaldið – 14 dagar at taka støðu til, um dómurin skal kærast til Eystara Landsrætt, skrivar Føroya Politi.