Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fyrsti stigini komin í hús

A-landsliðið hjá kvinnum hevur fyri fyrstu ferð í søguni vunnið ein dyst í bólkaspælinum í EM-undankappingi á hesum stigi. Føroyar vóru munandi betri enn Luksemborg og vunnu 34-16, eftir hálvleiksstøðuna 16-9 til Føroyar

Føroyska liðið byrjaði heldur óruddiliga við brendum møguleikum og tekniskum villum fyrstu løtuna. Okkara ernaðust tó skjótt og stóðu sera væl í verjuni saman við Anniku Fríðheim Petersen í málinum. Leikararnir hjá Luksemborg vóru ikki eins flytførar sum okkara og spældu tær lang álop.

Føroyska verjan megnaði væl at avvísa tunga krossspælið og langskotini hjá Luksemborg, sum máttu dúva mest uppá strikuspælið. Hóast einstakar brendar málmøguleikar, so øktu Føroyar so líðandi og kundi venjararnir eisini skifta út og royna aðrar uppstillingar. Okkara fóru til hálvleiks frammanfyri 16-9.

Føroyar byrjaðu væl í seinna hálvleiki og vunnu fyrstu 5 minuttirnar 4-0. Verjan stóð enn væl við Brynju Høj á odda, og komu Luksemborg til skot, so stóð Annika væl fyri í málinum. Málmunurin bara øktist og gav hetta eisini venjarunum møguleikan at royna fleiri uppstillingar.

Allir 16 føroysku leikararnir komu á vøllin í dag og fingu fleiri leikarar sín fyrsta landsdyst m.a. Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, sum fekk nakrar minuttir í seinna hálvleiki og gjørdi fýra mál uppá fýra royndir uppá fáar minuttir.

Hjá Føroyum vóru tað serliga Jana Mittún og Súna Krossteig Hansen, sum vóru berandi í føroyska bakspælinum, meðan Pernille Brandenborg var trygg á strikuni við sjey málum uppá sjey royndir. Eisini spældi Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen ein fínan dyst á høgra vongi við 6 málum.

Seinni dysturin millum Føroyar og Luksemborg verður komandi sunnudag, tann 3. mars kl. 17.00, á heimavølli í Høllini á Hálsi. Atgongumerki til hendan dystin fáast til keyps á atgongumerki.fo. Kringvarpið vísir eisini dystin.

Dystargongdin Luksemborg – Føroyar:
5 min: 2-3
10 min: 3-5
15 min: 3-8
20 min: 4-10
25 min: 6-12
30 min: 9-16
35 min: 9-20
40 min: 11-22
45 min: 12-23
50 min: 13-26
55 min: 15-29
60 min: 16-34

Les eisini...  Grønland fær mobilepay

Málskjúttar hjá Føroyum: 
Jana Mittún 8
Pernille Brandenborg 7
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 6
Súna Krossteig Hansen 5
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 4
Maria Pálsdóttir Nólsoy (2)
Rannvá Olsen 1
Bjørk Franksdóttir Joensen 1

Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen 48% (40 min)
Silja Arngrímsdóttur Müller 33% (20 min)

Kelda: Ári Rouch/HSF