Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tímajáttanin til leiðslurnar staðið í stað síðan 2005

Jóhan M. Stenberg, formaður í Skúlaleiðarafelagnum, sigur, at tímarnir, sum leiðslurnar fáa at umsita og leiða skúlan, eru at kalla óbroyttir síðan 2005. Hetta, hóast leiðsluuppgávurnar eru vorðnar nógv størri og nógv fleiri í tali

Formaðurin í Skúlaleiðarafelagnum, Jóhan M. Stenberg, sigur, at tímarnir, sum leiðslurnar fáa at umsita og leiða skúlan, eru at kalla óbroyttir síðan 2005, men samstundis eru leiðsluuppgávurnar vorðnar nógv størri og nógv fleiri í tali.

– At leiða ein fólkaskúla í dag og fyri 15-20 árum síðan kann ikki samanberast. Uppgávurnar eru fleiri í tali á øllum økjum, bæði tá ið talan er um starvsfólkaleiðslu, námsfrøðiliga leiðslu, fyrisiting og í sambandi við øll tey, sum leiðslan samstarvar og samskiftir við. Stórur partur av fyrisitingini er skráseting. Tað eru so øgiliga nógv viðurskifti, sum skulu skrásetast í ymsum skipanum og skjalprógvast í dag samanborið við fyrr. Ein broyting er tó framd nýliga, og hon er, at leiðslutíðin ikki broytist so ógvisliga, tá ið næmingatalið veksur ella minkar. Hetta er ein bati, men batin hevði munað uppaftur betur, um fleiri tímar komu inn í skipanina, men so er ikki, sigur Jóhan M. Stenberg við Skúlablaðið.

Batin svarar til tíggju prosent í vøkstri av tímum yvir eitt tríáraskeið, og Jóhan M. Stenberg er samdur við tey, sum siga, at hetta er ein alt ov lítil bati.

– Tað er stórur bati, at leisturin at luta tímar til leiðslurnar er broyttur, so nú ræður um at fáa fleiri tímar í skipanina. Ein sera góð loysn hevði verið, at skúlarnir fingu eina tímajáttan til undirvísing og leiðslu, har teir sjálvir kundu raðfest, hvussu tímarnir verða brúktir, greiðir formaðurin í Skúlaleiðarafelagnum frá.

Hann vísir á, at tað kunnu vera tíðarskeið, tá ið stórur tørvur er á nógvum tímum, og onnur tíðarskeið, tá ið tørvurin er minni.

Les eisini...  Nevndarlimur í Føroya Lærarafelag: Føgur orð og ætlanir

– Soleiðis sum skipanin er nú, so er lítið rásarúm at raðfesta eftir tørvi. Eru nóg nógvir tímar í skipanini, og tú hevur frælsi at raðfesta, so er tað tann besta skipanin. Gongur alt væl, og trivnaðurin millum lærarar og næmingar er góður, so er kanska minni tørvur á nógvum leiðslutímum. Men stingur okkurt seg upp, so kann tørvurin trífaldast eitt tíðarskeið, sigur hann við Skúlablaðið.

Hetta er brot úr grein í Skúlablað nr 1, 2024.