Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

EM-undankappingardysturin: Føroyar-Luksemborg beinleiðis á FM1 sunnudagin frá klokkan 16.40

Sunnudagin klokkan 17 skulu føroysku hondbóltskvinnurnar aftur royna at vinna sær tvey stig móti Luksemborg í EM-undankappingini, tá liðini hittast í høllini á Hálsi. Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Jórun Ludvig verður viðmerkjari. Sendingin byrjar klokkan 16.40.