Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Lastbilaførari treytaða frádøming

Ferðamátingar vórðu gjørdar uttanfyri Kollfjarðartunnilin í gjár

Fyrrapartin í gjár gjørdi løgreglan ferðamátingar uttanfyri Kollfjarðartunnilin, og har vórðu tvey mál skrivaði niður í svørtu bók – bæði fyri ferð.

Hjá einum lastbilaførara gjørdist tað ein heldur dýrur umgangur, tí umframt at fáa eina bót, so fekk viðkomandi eisini eina treytaða frádøming, og er tí noyddur at fara upp til nýggja koyriroynd, fyri ikki at missa tað heilt.

Ein bilførari fekk eisini eina bót fyri at koyra ov skjótt á teininum, har tað er loyvt at koyra 80 kilometrar um tíman.