Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Vælafturkomin Darwin

Einki er liðugt fyri enn alt er liðugt. Enn einaferð vann Liverpool í yvirtíðini, og enn einaferð vóru nógvir av teimum ungu í byrjunaruppstillingini, men hvussu leingi kann hetta halda fram? Tað viðgera vit millum annað í Liverpool sendingini í dag klokkan 16 á FM1

Ongantíð áður hevur Liverpool skorað eitt sigursmál so seint í einum Premier League dysti, og hetta er inntil víðari eitt av teimum heilt týdningarmiklastu.

Tann ofta útskeldaði Darwin Nunez skallaði bóltin inn netið, eftir eitt frálíkt innlegg frá Mac Allister, sum heldur Liverpool framvegis á 1. plássinum.

Teir ungu sluppu aftur at royna seg. Bobby Clark fekk kjansin frá byrjan, Kelleher bjargaði okkum enn einaferð, Gomez spældi 6’ari(!) og Mac Allister byrjar av álvara at vísa seg sum tann týdningarmiklasti miðvallarin á liðnum.

Vit fara at tosa um dramatiska og kontraversiella sigurin á Nottingham Forest, og vit hyggja fram til dystin komandi vikuskifti ímóti Manchester City, sum verður tann týdningarmiklasti dysturin hjá Liverpool í hesum kappingarárinum. Tað verður eitt satt oddabrak!

Vit hyggja eisini aftur á flotta FA Cup-sigurin móti Southampton, har teir ungu aftur hesa ferð greiddu sína skyldu, og nú bíðar arvafíggindin í áttapartsfinaluni í elstu steypakapping í heiminum, Manchester United.

Skrivið inn á 559999, um tit hava nakað uppá hjarta.

Gestir í dag eru Jóhan Carl Dam og Dávid Isfeld.

Lurtið við á FM1 hvønn Týsdag klokkan 16, tá Liverpool Føroyar sendingin er á skránni.