Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Vísundavøkan vitjar í Suðuroy í morgin

Mikudagin 6 mars fer Vísindavøka á ferð í Suðuroy

Hetta er við tiltaki, sum skuldi havt verið síðsta heyst, men sum var útsett vegna veður.

Tað verða tvey tiltøk á skránni í morgin, mikudagin 6. mars. Tað fyrra verður klokkan 12 á Miðnámsskúlanum í Suðuroy, og seinna tiltakið verður klokkn 19 í Miðlatúni í Vági.

Tað skrivar Granskingarráðið á heimasíðu sínari.

Á skránni verða tríggjar framløgur, sum hvør verður umleið 20 minuttir til longdar.

Framløgurnar verða hesar:

Granskingargrundað rørsluátak í fólkaskúlanum í Suðuroy
Helgi Winther Olsen, Fróðskaparsetrið

Alduorka í Føroyum
Bárður Joensen, Fróðskaparsetrið

Ein kanning um, hvussu føroyingar, sum hava hjálpartól, uppliva hjálpartólatænastuna
Turið Jacobsen, gestagranskari, Fróðskaparsetrið

Granskingarráðið skrivar, at øll tiltøkini eru almenn og ókeypis.