Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Koyrdi við tveimum ferðandi á tunaðum prutli hóast førarin bert var 14 ár

Her er tað seinasta úr løgreglufrágreiðingini hjá Føroya Politi

Gjáramorgunin steðgaði løgreglan einum prutli, tí viðkomandi, ið koyrdi, hevði tvey ferðandi uppi á prutlinum, og tað er ikki loyvt.

– Tað er als ikki loyvt at hava ferðandi uppi á einum prutli yvirhøvur, greiðir vaktleiðarin hjá Føroya Politi frá.

Hetta var um 10:30 tíðina uppi í Hoyvík.

Men ikki nokk við tað, at tað vóru ov nógv ferðandi uppi á prutlinum. Tað vísti seg eisini, at viðkomandi, ið koyrdi prutlið var 14 ár, og hevur tí ikki loyvi at koyra prutl. Ein skal vera 15 ár.

Vaktleiðarin sigur eisini, at drongurin, sum eigur prutlið, fær eina bót fyri at eiga eitt tunað prutl, umframt eina skuldseting fyri at hava givið tí 14 ára gamla dronginum loyvi til at koyra sítt prutl.

Um middagsleitið var ein maður í so ólátaður í miðbýnum í Havn, og tí varð maðurin tikin við á løgreglustøðina, har hann kundi sissa seg aftur.

Í gjárkvøldið var ein løgreglupatrulja úti og hevði eyguni við nøkrum handlum og bygningum, har tað hava verið nøkur innbrot seinastu tíðina, men har var einki illgrunasamt at síggja.

Men í samband við, at løgreglan var úti í gjárkvøldið, so bleiv ein bilur steðgaður í Havn seint gjárkvøldið, og tað vísti seg, at bilførarin var ávirkaður av rúsevni ella rúsevnum. Blóðroynd varð tikin av manninum, ið nú er skuldsettur fyri at hava koyrt ávirkaður av rúsevnum ella rúsevni.