Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Martin Klein Joensen givin í Njarðvík

Partarnir eru vorðnir samdir um at strika sáttmálan, og samstundis verður roknað við, at Martin fer aftur til barndómsfelagið, Víking, sambært bolt.fo

Njarðvík og Martin Klein Joensen hava gjørt avtalu um, at partarnir strika sáttmálan við íslendska felagið, sum til dagliga spælir í næstbestu deildini í Íslandi.

Tað boðar íslendska felagið frá á sínum Facebook-vanga.

Boðini vóru enn fesk, tá bolt.fo boðaði frá, at Martin Klein Joensen er á veg aftur til barndómsfelagið, Víking.

Sambært bolt.fo, so skiftir Martin aftur til barndómsfelagið Víking. Har hevur hann skorað nógv mál síðstu árini og var hann nummar fýra á føroyska toppskjúttaralistanum í fjør við 16 málum. Nú legst hann afturat álopsrekkjuni hjá Víkingi, sum frammanundan telur Jørgen Nielsen, Finnur Justinussen og Andreas Lava Olsen.

Eftir góða kappingarárið í fjør gjørdi Martin Klein Joensen tvey ára sáttmála við Njarðvík í oktober í fjør, men steðgurin gjørdist stuttur í íslendskum fótbólti, har hann skoraði tvey mál í tveimum dystum í íslendsku steypakappingini, Lengjubikarnum.

Njarðvík takkar Martini fyri tíðina og ynskir honum alt tað besta í framtíðini.

Víkingur spælir leygardagin í Sørvági móti 07 Vestur.