Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bogi fer eftir at vinna Tórshavnar Bridgefestival fimtu ferð á rað

Bogi Simonsen, sum er kendur bridgespælari vitjaði FM1 til eitt prát í dag um Tórshavnar Bridgefestival, ið hann hevur vunnið tær fýra ferðirnar kappingin hevur verið.

HER ber til at hoyra samrøðuna

Bogi hevur vunnið hvørjaferð, sum Tórshavnar Bridgefestivalur hevur verið, koppar nakar honum í ár? Higartil hava 56 pør skrásett seg, enn ber til at tekna seg. Niðanfyri er tíðindaskriv, sum í dag er sent føroysku fjølmiðlunum.

Tórshavnar Bridgefestival verður hildin í Havn frá hósdegnum 7. til og sunnudagin 10 mars. Millum teir 120 bridgespælarar sum seta seg við bridgeborðini er føroyski bridgeúrmælingurin Bogi Simonsen, sum hevur vunnið Tórhavnar Bridgefestival tær fýra ferðir festivalurin hevur verið.

Bridge er spæl fyri pør og Bogi hevur vunnið saman við norska Nils Kvangraven og tríggjar ferðir við íslendska Bjarna Hólmari Einarssyni. Av teimum 120 bridgespælarunum eru omanfyri helvtina útlendskir spælarar, teirra millum onkur heimsmeistari. Íslendingar hava tikið væl undir við kappingini frá fyrsta degi og knappliga 30 íslendskir spælarar koma hendan veg, teirra millum ársins bridgespælari í Íslandi Aðalsteinn Jørgensen, sum var við at vinna HM við Íslandi á sinni. Eisini koma 9 finskir spælarar at royna seg.

Spenningur er um Bogi og Bjarni Hólmar Einarson aftur fara at vinna í ár. Spurningurin er um nakar kann koppa teimum? At kalla allir teir bestu føroysku spælararnir eru við í kappingini, eitt nú Símun Lassaberg og Arne Mikkelsen, sum hava vunnið fleiri kappingar í ár, Pól E. Egholm og Magni Jøkladal hava eisini roynst væl, og Árni M. Dam og Dánjal Pauli Mohr plaga altíð at standa seg væl, og teir munnu eisini fara at vera frammarlaga, tá ið gjørt verður upp leygardagin 9. mars.

Les eisini...  Jákup helt at B68 hevði uppiborið betri

Mynd: bridge.fo (til ber at fylgja kappingini á bridge.fo)