Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kloakkdálking Yviri við Strond í Havn og á Argjum

Nýggj kanning um kloakkdálking í Tórshavnar kommunu er almannakunngjørd. Í stuttum vísir kanningin, at dálkingin fevnir lutfalsliga víða bæði á sjógvi og landi, og at talan er um mótstøðu- og fjølmótstøðuførar bakteriur, umframt mótstøðurførar ílegur

Nýggj kanning bendir á, at mótstøðu- og fjølmótstøðuførar bakteriur og mótstøðuførar ílegur, sum stava frá frárenslum úr rottangum og kloakkum, dálka rættiliga víða um í Havn.

– Ja, vit hava funnið fleiri keðiligar bakteriur og ílegur bæði á sjógvi og landi, sum kunnu vera heilsuskaðiligar, sigur Anni Djurhuus, lektari á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, ið saman við øðrum hevur gjørt kanning og frágreiðing um dálking frá rottangum og kloakkum í Havn.

Anni Djurhuus hevur saman við Annu Mariu Steintún Mortensen, Sissal Jóhannu Poulsen og Marjuni á Fríðriksmørk Berbisá, í fleiri umførum kannað støðuna Yviri við Strond beint niðan fyri Betri Banka, og niðan fyri Sjósavnið á Argjum.

Tær tóku sýnir úr hyljum á landi, í sjónum og úr reinsubrunnunum sjálvum. Á Skansanum tóku tær sýnir av vatninum, sum rennur inn í reinsibrunnin, og av vatninum, sum rennur út úr honum. Eisini vórðu royndir gjørdar av vatninum í Havnará og av frárenslinum frá ánni, sum rennur nærum ótarnað beint á sjógv, tó við onkrum smærri rottangum longri uppi.

Í stuttum staðfestir kanningin lutfalsliga víða dálking frá frárensli úr rottangum og kloakkum út í umhvørvið. Og at talan er um mótstøðuførar og fjølmótstøðuførar bakteriur, umframt mótstøðurførar ílegur.

– Kloakkir renna út á sjógv fleiri staðni í bygdum og býum í Føroyum. Vit vita sera lítið um ávirkanina av hesum, men okkara fyrstu tøl benda á, at hetta kann vera ein alsamt vaksandi trupulleiki við fólkavøkstri, antibiotikanýtslu og menniskjaligari ávirkan á náttúruna. Alsamt fleiri fólk svimja í sjónum, og umframt hetta eru ætlanir um at bygga eina gøtu frá Betri banka út á Boðanes. Um allir hyljar framvið Betri Banka eru heilsuskaðiligir fyri børn og vaksin at spæla í, og tað at svimja í sjónum er ein heilsuvandi, er tað alneyðugt at fáa hetta viðgjørt sum skjótast, sigur Anni Djurhuus millum annað.

Les eisini...  Myndir: HB-B36 (1-0)

Tórshavnar kommuna hevur fíggjað ein part av kanningini og hevur fingið eina frágreiðing, sum byggir á kanningarútslitini, ið eru almannakunngjørd í Frontiers in Environmental Science.

Greinin kann lesast her.

Lesið eisini kunngerð um spillivatn her.