Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Víkingur fer at bjóða KÍ upp til dans – Fótbóltsskýlið nummar 31

Stór upptaktsending um liðini í Betri Deildini hjá monnum, umframt metingar til fyrsta umfar í landskappingini var í ársins fyrsta Fótbóltsskýli á FM1

Fótbóltsskýlið viðgjørdi í dag liðini í Betri Deildini, nú nýggja kappingarárið av álvara nærkast.

Fer kappingin at líkjast henni, ið vit høvdu fyri nøkrum árum síðan, har vit høvdu topp fimm og botn fimm ella kunnu vit vænta okkum broytingar í toppinum og botninum? Og er tað í ár, at Víkingur veruliga fer at bjóða KÍ upp til dans?

Serfrøðingarnir, Heðin Askham, Heidi Lava Elgeirsdóttir og Jákup Ósá viðgjørdu liðini umframt mettu um fyrsta umfar í Betri Deildini, har fyrsti dystur verður í morgin, leygardagin 9. mars, tá 07 Vestur tekur ímóti FM-kandidatinum úr Víkingi, og tann dysturin byrjar klokkan 17. FM1 sigur frá dystinum í Sørvági.

Ársins fyrsta Fótbóltsskýlið kann hoyrast her: