Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Beinleiðis frásagnir á FM1 sunnudagin: B68-B36 klokkan 17 og HB-NSÍ klokkan 18

FM1 sigur beinleiðis frá tveimum Betrideildardystum sunnudagin. Klokkan 17 sigur Óli G. Samuelsen frá dystinum á Svangaskarði millum B68 og B36, og klokkan 18 sigur Trygvi Absalonsen frá dystinum á ovara vølli í Gundadali millum HB og NSÍ. Knút Bjarnaskor Johannesen verður heimildarmaður til dystin millum Skála og EB/Streym, ið byrjar á vøllinum undir Mýruhjalla klokkan 18.30.