Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Liverpool snýttir fyri brotsspark?

Tað helt Klopp í øllum førum eftir dystin millum Liverpool og Manchester City sunnudagin, tá Mac Allister fekk eitt spark inn á síðuna í endanum av dystinum

Liverpool og Man City deildu stigini, og nýggja oddaliðið í Premier League eitur nú Arsenal.

Í sendingini í dag fara vit at tosa um hetta fantastiska rivaluppgerði, sum møguliga er tað seinastu hjá Klopp og Guardiola í Premier League høpi, og so tosa vit sjálvandi eisini um nógv umtalaðu støðuna heilt í endanum av dystinum.

Vit fara eisini at tosa um Endo, sum spældi fult upp við Rodri inni á miðvøllinum, og eisini um nógvu kjansirnir hjá Diaz.

Vit hyggja fram til dystin móti Sparta Prag, og serliga fram móti FA Cup-dystinum Man United á Old Trafford komandi vikuskifti.

Fyrrverandi ítrottarstjórin í Liverpool FC, Michael Edwards, nærkast einum comebacki til Liverpool í einum nýggjum og meira avgerandi leikluti, har eisini Richard Hughes sigst vera á veg til felagið sum nýggjur ítróttarstjóri.

Liverpool fyrireika seg til eitt lív uttan Klopp. Men hvør verður tann nýggi venjarin? Í løtuni eru Xabi Alonso og Ruben Amorim favorittar. Hvønn av teimum fyritrekkja tit ella skal onkur heilt annar gerast nýggjur venjari?

Til ber hjá lurtarum at viðmerkja við at senda eini sms-boð á telefon 559999.

Gestirnir í dag eru Bogi Simonsen og Janus Úr Dímun

Vertur er Trygvi Absalonsen.

Lurtið eftir Liverpool Radio á FM1 hvønn Týsdag kl. 16.