Øll, sum fáast við listaligt virksemi, sum ikki er vinnuligt, kunnu søkja – listafólk, listabólkar, felagsskapir, áhugafeløg, einstaklingar og onnur.
Umsóknirnar verða viðgjørdar eftir hesum treytum:
- Heildarmeting av verkætlanini, undir hesum m.a. dygd (í breiðari merking – listalig, samfelagslig o.t.)
- Hvussu er verkætlanin við til at menna list og mentan í Tórshavnar kommunu? Tað kann til dømis vera talentmenning, nýskapan, menning av listagreinini ella øðrum
- Hvussu stuðlar verkætlanin visjónini hjá Tórshavnar kommunu: »Okkara høvuðsstaður – Virkin og Vakin«?
Søkjast kann um upphæddir ímillum 100.000 og 300.000 kr. Tó kann stuðulsupphæddin ikki vera meira enn 30% av samlaðu fíggjarætlanini fyri verkætlanina.
Umsóknarfreistin er mánadagin 8. apríl 2024. Tú søkir á Vanganum. Nærri treytir og kunning sært tú á síðu okkara um mentanarstuðul.
Tú kanst lesa um verkætlanirnar, sum fingu stuðul í 2023 við at trýsta á tíðindaleinkið niðanfyri.
Tíðindi – tríggjar listaligar verkætlanir fáa stóran stuðul