Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jhon Mena er aftur í Fuglafirði

Partarnir hava gjørt sáttmála fyri 2024

Hann skuldi ikki vera partur av ÍF-hópinum í ár, men nú er hann tað kortini, ágangandi áleyparin Jhon Mena. ÍF kunngerð, at partarnir hava gjørt sáttmála fyri hetta kappingarárið.

Hóast 26 ára gamli framrættaði spælarin úr Kolombia bert skoraði fýra mál í 25 dystum í Betri Deildini í fjør, so elvdi hann verjuspælarum mong høvuðbrýggj í fjør við sínum ágangandi fótbóltsspæli.

– Hóast tølini ikki eru millum tey bestu í deildini, hevur hann við áhaldni og arbeiðssemi á vøllinum gjørt hann til ein týdningarmiklan part av, at liðið ikki flutti niður seinasta kappingarár.

– Vit í ÍF ynskja Jhon vælkomnan aftur til Fuglafjarðar og ynskja honum góða eydnu við kappingarárinum 2024, skrivar heimasíðan hjá ÍF.