Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Freistin til Veðurlagsvirðislønina úti um eina viku

Fríggjadagin í komandi viku – tann 22. mars – er freistin at senda Føroya Lærarafelag umsókn til Veðurlagsvirðislønina úti

Fýra ferðir áður hava ernir næmingar og lærarar staðið við heiðrinum at vinna Veðurlagsvirðislønina, sum Føroya Lærarafelag saman við Betri og Føroya Náttúru- og umhvørvisfelag letur skúlum. Skála skúli hevur vunnið tvær ferðir, Eysturskúlin í Havn eina ferð og Runavíkar kommunuskúli vann í fjør.

Arbeiðir skúlin, tú arbeiðir á, ella onkur flokkur ella deild við eini verkætlan, sum tekur støði í veðurlagnum, hava tit eitt høvi at varpa ljós á verkætlanina við senda umsókn inn til veðurlagsvirðislønina hjá Føroya Lærarafelag. Nógvir skúlar arbeiða við at eggja børnum og ungum at arbeiða við veðurlags- og umhvørvisavbjóðingum, og upplagt er tí at senda umsókn inn. Lærarafelagið vónar, at nógvar umsóknir koma.

Kravið til vinnaran er, at hann skarar framúr í arbeiðinum at geva børnum og ungum áhuga fyri og innlit í veðurlagsavbjóðingar og loysnir á veðurlagsavbjóðingum. Allir fólkaskúlar og frískúlar, sum hava virkað fyri burðardygd og arbeitt við veðurlagsavbjóðingum, kunnu søkja um Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags. Tað kann vera allur skúlin, ein deild, ein flokkur ella ein bólkur, ið hevur arbeitt við evninum.

Vinnararnir í fjør, sum var A-gongin í Runavíkar kommunuskúla, vann við forvitnisligari verkætlan til frama fyri at gerast burðardyggari. A-gongin er serdeildin í skúlanum. Talan er um skipað viðurskifti, sum eru vorðin ein vanligur partur av gerandisdegnum í skúlanum. Hetta arbeiðið byggir í høvuðsheitum á hugtøk sum at brúka stuttfluttar vørur og at endurnýta burturkast. Eisini skilja tey burturkast og flyta tað til IRF.

Upprunin til verkætlanina hjá A-gongini er íverksetanarhugskotið hjá 10. flokki í skúlanum. Tey vunnu skúlaFM við hugskotinum. Hugskotið hevur til endamáls at brúka ull í sambandi við, at epli verða sett niður. A-gongdin er partur av átakinum hjá skúlanum at gera ein vakstrartunnil. Stuttflutt-hugtakið og burðardygd fer tá at fevna um allan skúlan.

Les eisini...  Viggo Venn vann BGT

Vinnarin fær eitt heiðursbræv og har afturat 25.000 krónur. Peningurin skal í mestan mun fara til at arbeiða víðari við veðurlagsavbjóðingum.

Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags verður í ár latin á fimta sinni. Runavíkar kommunuskúli vann í fjør. Skála skúli hevur vunnið tvær ferðir og Eysturskúlin í Havn eina ferð. 

Tú kanst lesa meiri um virðislønina, sum Føroya Lærarafelag, Betri og FNÚ eru saman um, her: http://www.skulabladid.fo/veðurlagsvirðisløn-1

Kelda: Skúlablaðið