Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

EB/Streymur-B68 beinleiðis á FM1 sunnudagin klokkan 17

Klokkan 17 sunnudagin verður fimti og seinasti dysturin í øðrum umfarinum í Betrideildini hjá monnum. Dysturin verður millum EB/Streym og B68. Dysturin verður spældur við Margáir í Streymnesi. Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Fróði Reinert Petersen verður viðmerkjari. Í steðginum – umleið klokkan 17.50 – vera stuttar samrøður við Dánjal á Lakjuni hjá ÍF og Jóannis á Steig hjá 07 Vestur um dystin ÍF-07 Vestur, ið byrjar sunnudagin klokkan 15.