Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tepurt tap í fyrsta umfari

Føroyar taptu 2-1 fyri Lettlandi, tá EM-undankappingin fyri U17 gentur fór av bakkastokki sunnudagin

Klokkan 13 sunnudagin fóru Lettland og Føroyar á Tórsvøll í fyrsta dysinum í U17 EM-undankappingini, sum verður hildin í Havn um dagarnar, og úrslitið gjørdist ein tepur 2-1 sigur til lettisku genturnar.

Beint fyri hálvleiki legði Gabriela Andresone Lettland á odda, og tá 54 minuttir vóru spældir økti Andresone til 2-0. Føroyska liðið royndi at spæla seg inn aftur í dystin, og í 64. minuttir eydnaðist Silju Ragnarsdóttir Trier at minka um munin.

Men nærri komu okkara gentur, og nú ræður um at reisa seg til næsta dyst, sum verður mikudagin 20. mars klokkan 13 ímóti Georgia.

Eins og Føroyar, so mátti Georgia eisini leggja rygg til eitt tepurt 2-1 tap í fyrsta dystinum í EM-undankappingini.

Rumenia, ið av mongum verður mett sum sterkasta liðið í kappingini, livdi upp til væntanirnar, og vann ein uppibornan 2-1 sigur á Georgia.

Mikudagin 20. mars
Kl. 13:00 Føroyar – Georgia (á Tórsvølli)
Kl. 17:00 Rumenia – Lettland (á Tórsvølli)

Leygardagin 23. mars
Kl. 17:00 Føroyar – Rumenia (á Tórsvølli)
Kl. 17:00 Georgia – Lettland (á Ovara vølli í Gundadali)

U17_Gentur_Rumenia_Start_11_17-03-2024

U17_Gentur_Lettland_Start_11_17-03-2024

U17_Gentur_Georgia_Start_11_17-03-2024

2024-03-17. U17G Lettland - Føroyar-22

2024-03-17. U17G Lettland - Føroyar-21

Kelda: Hans Erik Danielsen/FSF

Myndir: FSF