Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Mest latið tvíkiljuna Heinanøva til Hiddenfjord

- Arbeiðið hevur gingið fyrimyndarliga væl og eru vit sera væl nøgdir við nýggju tvíkiljuna. Og serliga tað at eisini henda tvíkiljan var latin til tíðina, sigur Mouritz Mohr, stjóri á Mest, tá hann helt røðu í dag umborð á Heinanøvu

Henda næsta av tveimum tvíkiljum frá Mest til Hiddenfjord, bleiv handað Boga Jacobsen, menningarleiðara á Hiddenfjord, í dag. Fyrra tvíkiljan, Heldarsgjógv, varð latin Hiddenfjord í november 2023.

Tann nýggja tvíkiljan, sum hevur fingið navnið “Heinanøva”, er bygd til aliøki í Sørvágsfirði og fær heimstað í Sørvági. Tvíkiljan fekk góð skotsmál á degnum frá Hiddenfjord manningini.

Í røðu, sum Bogi Jacobsen helt umborð nevndi hann millum annað, “Hetta eru fyrstu tvíkiljurnar har vit hava havt møguleikan at fylgja við arbeiðinum heilt frá byrjan av. Líka frá strikunum á Teknistovuni, byggingini á stáldeildini og so liðugtgerð. Um vit hava havt tørv á broytingum, ja so hava vit bara tikið tað upp við MEST”, segði Bogi Jacobsen og endaða við at takka Mest fyri væl leidda verkætlan.

Á samkomu umborð á tvíkiljuni vóru nógv fólk savnaði til hátíðarhald har stjórin á Mest, Mouritz Mohr, eisini helt eina stutta røðu. Í røðuni takkaði hann Hiddenfjord fyri fyrimyndarliga gott samstarv – og gav rós til starvsfólkini á Mest og undirveitarar fyri væl úr hondum greitt arbeiði.

Nýggja tvíkiljan, sum er nýbygningur 117 á MEST, er 16 m long og 8 metrar breið. Tvíkiljan er útgjørd við tveimum stórum MELCAL kranum ein við støddini 80 tons og ein á 23 tons, tveimum 500 HK Volvo Penta høvuðsmoturum, einum 250 kW Volvo Penta hjálpimotori og 20 tons deksspæli.

Tvíkiljan er útgjørd við eini nótavaskiskipan frá Akva Group – so at báturtin er útgjørdur til eisini at vaska nótir. Báturin hevur tvær síðuskrúvur. Nýggja farið er útgjørt við WC, arbeiðs-/klædnarúmi og allari vanligar nautiskari útgerð.

Les eisini...  Rakstarleiðari til alingina á sjónum hjá Hiddenfjord