Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Almanna- og mentamálaráðið játtar stuðul til seks leiklistaverkætlanir

Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, hevur gjørt av at veita seks verkætlanum stuðul av játtanini til yrkisleiklist í 2024. Endamálið við játtanini er at menna yrkisleiklistina, og stuðul kann latast feløgum, bólkum og einstaklingum, ið reka yrkisleiklistaligt  virksemi, til leikrit, tónasmíð, leikstjórnan, framførslur, keyp av útbúnaði, verkætlanir, skeið, keyp av sakkønari hjálp og annað leiklistavirksemi.

Hesar verkætlanir fingu stuðul:

Navn á umsøkjarumVerkætlanJáttan
Dansivirkið RivaKanska ein bygd190.000
Trín framLøstir – ein nýskrivaður leikur um sálarsjúku og at finna fótafestið150.000
Det Ferösche CompagnieTrælurin80.000
Opera.foPapageno70.000
Gunnvá ZachariasenUpphav90.000
Leikhús SkiftLortið út um Havnina70.000
íalt650.000

Tilsamans vóru níggju umsóknir, og søkt var um 1,7 mió. kr. Játtanin er 650 tús. kr.

Tað er Leiklistaráðið, sum viðger umsóknirnar og ger tilmæli til landsstýriskvinnuna sambært lógini um Tjóðpall Føroya og stuðul til yrkisleiklist v.m.