Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Liðið hjá grikska krígsgudinum sterkt á heimavølli

Liðið hevur luttikið javnt og samt í europeiskum kappingum, har heimavøllurin hevur verið ein ótakandi skansi.

Tann 25. mars 1914 varð grikska fótbóltsfelagið Aris Thessaloniki FC stovnað. Liðið eigur eina hugtakandi røð, har heimaliðið hevur verið ósigrað í øllum europeiskum dystum frá 1968 til 2020. Talan er um 28 dystir.

Felagið varð navngivið eftir grikska krígsgudinum Ares. Felagið var við til at stovna makedonska fótbóltssambandið í grikska økinum í 1923 og vann allarfyrsta meistaraheitið, sum kappast var um í økinum, í 1924. Kappingarárið 1927-28 byrjaði grikska landskappingin av álvara og har vann Aris eisini allarfyrsta meistaraheitið.

Aris vann eisini meistaraheitið í 1932 og 1946 umframt 13 aðrar heiðrar í økiskappingum fram til 1959. Síðani hevur verið langt millum góðu úrslitini, men í 1970 vann liðið griksku steypafinaluna á kappingarneytanum úr grannalagnum, PAOK.

Hóast tað hevur verið langt millum heiðursmerkini, so hevur felagið regluliga vunnið seg til europeiska luttøku, har liðið hevur avrikað framúrskarandi á Kleanthis Vikelidis leikvøllinum. Síðani liðið tapti fyri Ujpest í 1968 í Inter-Cities Fairs Cup, hevur liðið havt eina ósigraða røð á 28 dystir á heimavølli í Europa Cup fyri steypavinnarar, UEFA Cuppini og Europa League. Harímillum hava verið sigrar á Benfica, Reyðu Stjørnu (Crvena Zvezda) og Atlético de Madrid umframt javnleikir ímóti Manchester City, Chelsea, Roma og Bayer Leverkusen.

Í september 2020 steðgaði ukrainska liðið FC Kolos Kovalivka røðini.