Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

FM 2024, í Trongisvági 5. – 7. apríl

Flogbóltssambandið hevur, síðani 2008, t.v.s í 17 ár havt FM fyri yngri í Trongisvági og í ár er einki undantak.

Flogbóltssambandið hevur, síðani 2008, t.v.s í 17 ár havt FM fyri yngri í Trongisvági og í ár er einki undantak.
Byrjað verður fríggjakvøldið og seinasti bólturin verur smashaður í gólvið uml klokkan 14.

Eftir FM dystin sunnudagin er ein landskappingar dystur á skránni.

Tað er áhugavert, at TB hevur fimm finalulið, so framtíðin hjá TB flogbólti, sær bjørt út.
Sí hevur eisini fimm lið, men er í fimm finalum, har TB hevur fimm lið í fýra finalum.

Her er eitt yvirlit sum vísir hvussu nógv lið hvørt felag hevur í finalunum:

TB: 4
SÍ: 4
Ternan: 3
Fleyr: 3
ÍF: 2
KÍF: 2
Mjølnir: 1
Dráttur: 1

Har er góður matur til keyps í kantini, so tað er bara at koma suður, siga tey í TB flogbóltur

Fríggjadagin 5. apríl:
Kl. 16:00 D12: TBb – TBa
Kl. 17:30 G12: SÍa – TBa
Kl. 19:00 D14: Ternan – TB
Kl. 21:00 G16 B1: Mjølnir – Fleyr a

Leygardagin 6. apríl:
Kl. 10:00 D16: SÍ – ÍF
Kl. 12:00 G19: Fleyr – KÍF
Kl. 14:00 G14, B2: TBa – Ternan
Kl. 16:00 D19: ÍF – SÍ
Kl. 18:00 G16: B2: Ternan – KÍFb
Kl. 20:00 KU: SÍ – Fleyr

Sunnudagin 7. apríl:
Kl. 12:30 G14 B1: Dráttur – SÍ

Kl. 14.30 Føroya Tele-deildin:
TB – Dráttur, kvinnur

Stroyming í Televarpinum
https://sg.tv.fo/ras/