Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

“To be or not to be”

Stjórnin 45 (A-liðið) viðgjørdi millum annað orrustuna av, at forfólk hava verið upptikin av, hvørt Føroyar eru eitt ordiligt land ella ikki, nú Norðurlandaráðið hevur havt evnisfund á Hotel Føroyum

Seinastu dagarnar hava formenninir fyri Tjóðveldi og Sambandsflokkin roynt at skilmarkað, hvørt Føroyar eru eitt ordiligt land ella ikki – ella sum Tórbjørn Jacobsen tók til í sendingini: “To be or not to be”.

Millum annað tað kjakaðust føstu gestirnir í Stjórnini um í sendingini hesa ferð, har enn einaferð var havt á lofti, um tíðin nú ikki er búgvin til at endurnýggja ríkisfelagsskapin.

Norðurlandaráðið hevur havt evnisfund á Hotel Føroyum, og tað hevur, sambært Johan Dahli, víst, at Føroyar eru førar fyri at hava fullan limaskap í Norðurlandaráðnum.

– Tíðin og tíðarandin er búgvin til, at Føroyar, Áland og Grønland fáa fullan limaskap, sigur Johan Dahl.

Partur 1

Partur 2