Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tekur longri tíð hjá føroyskum monnum at fáa staðfest lungnakrabba og fara í viðgerð

Kanning vísir, at tað tekur longri tíð hjá føroyskum monnum at fáa staðfest lungnakrabba og at verða settir í viðgerð. Kanningin vísir eisini, at føroyskir menn fáa staðfest lungnakrabba, tá sjúkan er meiri framkomin enn føroyskar kvinnur

Hagtøl frá Hagstovu Føroya vísa, at 25 prosent av øllum andlátum í Føroyum í 2020 vóru orsakað av krabbameini, og harav var lungnakrabbi tað slagið av krabba, sum flest doyðu av.

Í ritgerð, ið Annika Haraldsen Lindenskov og Halla Potts hava skrivað, var endamálið at kanna møguligar orsøkir til kynsmunin í yvirlivilsi fyri føroyskir lungnakrabbasjúklingar í tíðarskeiðnum 2015-2020.

– Títtleikin av lungnakrabba økist í Føroyum samanborið við onnur Norðurlond, har títtleikin fyri menn er fallandi, meðan gongdin hjá kvinnum er støðug. Menn hava sum heild lægri yvirlivilsi av lungnakrabba samanborið við kvinnur, og føroyskir menn hava lægsta yvirlivilsi í Norðurlondum. Sambært NORDCAN (Hagtalsskipan fyri krabbamein) er fimm ára yvirlivilsi í Føroyum ávikavist 12.7 prosent fyri menn og 31.6 prosent fyri kvinnur. Hetta vísir, at størsti kynsmunurin í yvirlivilsi í Norðurlondum er í Føroyum, stendur millum annað at lesa í ritgerðini.

Í ritgerðini kemur fram, at 25.8 prosent av føroysku kvinnunum við lugnakrabba vórðu diagnostiseraðar á stig I samanborið við 8.8 prosent av monnunum, t.v.s. at tríggjar ferðir fleiri kvinnur enn menn vóru diagnostiseraðar á stigi I. Fleiri menn vórðu diagnostiseraðir á stig II, III, og IV samanborið við kvinnur.

– Tað er ikki óvæntað, at menn fáa staðfest lungnakrabba á hægri stigi, tí hetta er eisini sæð aðrastaðni. Tað, at menn fáa staðfest lungnakrabba á hægri stigi enn kvinnur, merkir, at krabbin í miðal er meira útbreiddur samanborið við hjá kvinnum, og hetta ávirkar, hvørjar viðgerðarmøguleikar teir kunnu fáa.

Henda kanningin gevur eisini eina ábending um, at tað tekur longri tíð hjá føroyskum monnum at fáa diagnosuna og at byrja viðgerð samanborið við føroyskar kvinnur.

Les eisini...  Setrið og Kommunufelagið gjørt samstarvsavtalu

– Kanningin vísti, at útgreiningin hjá monnum tók í miðal 46.9 dagar, samanborið við 27.2 dagar fyri kvinnur. Tíðarskeiðið, frá at hava fingið diagnosuna lungnakrabbi, og til viðgerðin byrjar, var í miðal 28 dagar fyri menn og 22.7 dagar fyri kvinnur, stendur at lesa í ritgerðini.

“Samanumtikið gevur henda kanningin eina ábending um, at diagnostisering á høgum stigi og tíðin til útgreinanin og viðgerðin byrja, hava ávirkan á serliga lága yvirlivilsið hjá føroyskum monnum við lungnakrabba. Hetta kann benda á, at ymiskir kynsleiklutir og munir á hvussu menn og kvinnur vera møtt í heilsuverkinum, hava ávirkan á sjúkugongdina hjá lungnakrabbasjúklingum og harvið eisini teirra yvirlivilsi”. 

Les alla greinina her.