Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fótbóltsskýlið nr 34: Heidi Lava Elgeirsdóttir og Heðin Askam

Gestir hjá Sigurjón Einarsson í Fótbóltsskýlinum í dag vóru Heidi Lava Elgeirsdóttir og Heðin Askam. Tey tóku samanum 4. umfar í Betrideildini hjá monnum, mettu um dystirnar í 5. umfarinum, og mettu eisini um toppdystin í Betrideildini hjá kvinnum komandi mikukvøld millum KÍ og NSÍ. Og so var eisini tikið samanum fyrstu EM-undankappingardystirnar hjá kvinnulandsliðnum.

Lurtast má eftir sendingini í fýra pørtum: