Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sunnudagin sigur FM1 frá FÝRA dystum í Betrideildini hjá monnum

FM1 spennir seg veruliga út við fótbóltinum sunnudagin. Klokkan 10 verður Fótbóltsskýlið endursent. Klokkan 12 verður Stjórnin endursend, og klokkan 13 verður B36-Varpið við minniligu endurminningunum hjá Árna Rein og Baldvini Baldvinsson endursend. Eftir tað eru beinleiðis fótbóltsfrásagnir í nærum seks tímar. Klokkan 15 siga Rúni á Reynatrøð og Óli G. Samuelsen frá dystunum HB-KÍ á ovara vølli í Gundadali í Havn og Víkingur-Skála í Sarpugerði í Norðragøtu. Óli verður staddur við Margáir umleið klokkan 17.15-17.20, og fer at siga frá dystinum millum EB/Streym og ÍF, ið byrjar klokkan 17. Klokkan 19 fer Sigurjón Einarsson at siga frá dystinum millum NSÍ og B36 við Løkin í Runavík.