Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

EB/Streyms leikararnir fegnast um stórsigurin á ÍF

Hoyr frásøgumannin, Óla G. Samuelsen og viðmerkjaran, Fróða Reinert Petersen siga frá teimum fimm málunum EB/Streymur skoraði móti ÍF, ið spældi allan seinna hálvleik við Margáir við níggju móti 11 monnum. Hoyr Fróða taka samanum dystin, og hoyr samrøðuna Óli gjørdi við Rógva Egilstoft hjá EB/Streymi, sum saman við liðfeløgunum fegnast um stórsigurin, ið gagnar málmuninum, men samstundis staðfestir, at tað sjálvandi bleiv nógv lættari við 11 monnum móti níggju í seinna hálvleiki. Hoyr eisini samrøðuna Óli gjørdi við høvuðsvenjaran hjá ÍF, Aleksandar Jovevic, ið ikki letur seg sláa út av tí sum hendi við Margáir í dag.

Myndir: Óli G. Samuelsen