Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jens Wederborg fegnast – Dan Brimsvík iðrar seg

Hoyr frásøgumannin, Sigurjón Einarsson og viðmerkjaran, Trygva Mortensen siga frá sigursmálinum Klæmint A. Olsen skoraði í 1-0 sigrinum hjá NSÍ á B36 við Løkin í Runavík. Hoyr Trygva taka samanum dystin, og hoyr samrøðurnar Sigurjón Einarsson gjørdi við høvuðsvenjararnar, Jens Wederborg hjá NSÍ, ið fegnast um sigurin, og fegnast um, at tað eydnaðist at steðga framrættaða spælinum hjá B36. Og samrøðuna við Dan Brimsvík, ið iðrar seg um tapið og mistøkini B36 gjørdi við Løkin í kvøld.