Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kaj Joensen: Undarligur dagur í Keypmannahavn

Tað er ein undarlig kensla í Keypmannahavn í dag, nú søguligi bygningurin Børsen brennur. Kaj Joensen tosaði við Árna Gregersen á døgurða

– Óunniligt at koma til arbeiðis í morgun. Børsen stendur í ljósum loga.

Tað sigur Kaj Joensen, ið til dagliga arbeiðir á Christiansborg, nú eldur er í søguliga bygninginum í Keypmannahavn, sum liggur nærhendis Christiansborg.

Sløkkilið halda fram at sløkkja eldin, og roknað verður við, at sløkkiarbeiðið fer at taka eitt samdøgur, men bygningurin, sum í løtuni var umvældur, stendur ikki at bjarga.

Kaj Joensen sigur, at tað er ein undarligur dagur í Keypmannahavn í dag, nú Børsurin brennur.

Hoyr samrøðuna her:

Nógvur roykur og eldur var at síggja mitt í Keypmannahavn í morgun, nú eldur er í Børsinum. Bygningurin var í hold við at vera umvældur, nú eldur kom í 400 ára gamla søgulia bygningin (EPA-EFE/Ida Marie Odgaard)
Økið kring søguliga bygning er byrt av, eftir at eldur kom í bygningin, ið Christian fjórði kongur læt fyrst í 17. øld (Mynd: EPA-EFE/Emil Helms)
Fyri summi bleiv tað ov nógv av tí góða at síggja søguliga bygning brenna (Mynd: EPA-EFE/Ida Marie Odgaard)