Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

EM lutakast í morgin

Í morgin, hósdagin klokkan 17, verður lutakastið til EM-endaspælið hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti

Við teprum 24 – 20 ósigri fyri Íslandi fyri tíggju døgum síðan, vunnu føroysku hondbóltskvinnurnar seg víðari til EM-endaspælið, sum verður í desember í ár í Ungarn, Eysturríki og Sveis, ið verður í døgunum frá 28. november og fram til 15. desember

Hetta er samstundis fyrstu ferð, at føroyska kvinnulandsliðið skal til eitt EM-endaspæl

Í morgin verður lutakast, hvørjum Føroyum skal møta í bólkaspælinum til EM-endaspælið. Tá verður eisini greitt, hvørt Føroyar skulu spæla í Basel, Innsbruck ella Debrecen.

Lutakastið verður í Wien og vit á FM1 vera til staðar. Lutakastið kann eisini stroymast á ehfttv.com og Home of Handball á youtube.

Raðfylgjan fyri styrkismetingina sær soleiðis út:
Pottur 1: Noreg, Danmark, Montenegro, Frakland, Svøríki, Niðurlond

Pottur 2: Týskland, Spania, Rumenia, Ungarn, Sveis, Eysturríki

Pottur 3: Slovenia, Kroatia, Pólland, Serbia, Makedonia, Ísland

Pottur 4: Kekkia, Ukraina, Turkaland, Føroyar, Portugal, Slovakia

EM-endaspælið verður, sum áður skrivað, leikt í døgunum frá 28. november til 15. desember í Basel í Sveis, Innsbruck og Wien í Eysturríki og Debrecen í Ungarn.

Til ber at lesa meira um endaspælið her: WOMEN’S EHF EURO 2024 (catchthespirit2024.com)