Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Stjórnin – dýrar sjúkrahússengur

Evnini í dagsins Stjórn eru: Einki tilboð til liðugt viðgjørdar sjúklingar, møguligar broytingar í ríkisrættarligu støðuni, tøkugjaldið í alivinnuni

Tað kemur javnan fyri, at liðugt viðgjørdir sjúklingar ikki kunnu útskrivast, tí einki tilboð er at lofta teimum.

Síðan Jessica Roswell, svenskur ráðharri í norðurlendskum samarbeiði, í Degi & Viku segði, at tað ikki kemur upp á tal, at Føroyar gerast fullgildigur limur í Norðurlandaráðnum, so hevur spurningurin um møguligar broytingar í ríkisrættarligu støðuni aftur verið uppi at vent – og serliga nú, tá ið danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, hevur sagt, at tíðin er búgvin til ein nýggjan og tíðarhóskandi ríkisfelagsskap.

Tøkugjaldið í alivinnuni verður eisini tikið upp í sendingini. Breiða semjan millum samgonguflokkarnar og Sambandsflokkin leggur upp til eina samansetta skipan við bæði tøkugjaldi og partafelagsgjaldi.

Men breiða semjan er ikki eitt stig rætta vegin. Tvørturímóti, heldur Havbúnaðarfelagið,

Havbúnaðarfelagið hevur í fleiri førum hevur víst á týdningin, at vinnan fær tryggar og varandi karmar at virka undir. Men karmarnir, sum breiða semjan leggur upp til, eru hvørki tryggir ella gagnligir.

Gestir eru Jóannes Eidesgaard, Heðin Zachariasen og Tórbjørn Jacobsen.

Vertur er Árni Gregersen.