Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

A-landsliðið hjá monnum úttikið

Hesir 16 skulu møta Norðurmakedónia og spæla um eitt pláss í HM-endaspælinum

Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Julian Johansen, hava úttikið 16 spælarar til avgerandi dystin móti Norðurmakedónia.

Umframt hesar 16, so hava venjararnir tikið tveir eyka mans við, sum koma at venja við, tí onkur spælari hevur onkran dragast smásnudd at dragast við, skrivar Hondbóltssambandið.

Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)
Nicholas Satchwell, Viking TIF (NOR)

Eyka: Tórður Skorheim Guttesen, Kyndil

Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Vilhelm Poulsen, Lemvig-Thyborøn, (DEN)
Kjartan Johansen, Bækkelaget, (NOR)
Peter Krogh, Aarhus HC (DEN)

Eyka: Bjarni í Selvindi, Kristiansand Topphåndbold (NOR)

Vengur:
Janus Dam Djurhuus, FIF Håndbold (DEN)
Leivur Mortensen, FIF Håndbold (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)

Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DEN)
Pætur Mikkjalsson, IF Hallby HK (SWE)
Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand Topphåndbold (NOR)

HM play-off dystirnir móti Norðurmakedonia verða leiktir mikudagin 8. mai klokkan 19 í Høllini á Hálsi og sunnudagin 12. mai klokkan 18 í Boris Trajkowski høllini í Skopje.

– Tað er útselt til heimadystin í Føroyum, skrivar Hondbóltssamband Føroya.