Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

FM1 sigur frá FC Suðuroy-TB, B71-AB og KÍ-HB í kappingini um løgmanssteypið

Mikukvøldið fer FM1 at hava beinleiðis frásøgn frá trimum dystum í kappingini um løgmanssteypið. Sigurjón Einarsson fer at siga frá dystinum vesturi á Eiðinum í Vági millum FC Suðuroy, og Trygvi Absalonsen sigur frá dystinum inni í Dal á Sandi millum B71 og AB. Báðir dystirnir byrja klokkan 17.30. Rúni á Reynatrøð sigur frá dystinum við Djúpumýru í Klaksvík millum KÍ og HB. Tann dysturin byrjar klokkan 18.30.