Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fyrsti føroyingurin í Premier League

Flaggdagur føroyinga er sjálvandi 25. apríl, men 24. apríl 2010 fór ein onnur stórhending fram, sum ikki má fara aftur við borðinum, tí tá spældi Gunnar Nielsen sum fyrsti føroyingur í ensku Premier League.

Gunnar Nielsen var føddur 7. oktober 1986, og spældi barna- og ungdómsárini við HB, men skifti í 2004 til danska felagið Boldklubben Frem, sum føroyski Fótbóltspresturin, Carl Johansen, var við til at stovna í 1886. Í 2007 vóru boð eftir honum frá Blackburn Rovers, har hann fyrstu ferð spældi undir fyrrverandi Manchester United-úrmælinginum, Mark Hughes. Í 2008 varð Gunnar útlántur til skotska Motherwell, men Mark Hughes ynskti hann við sær til Manchester City, har hann aftur varð útlántur. Hesaferð til bæði Tranmere Rovers og valisiska Wrexham.

Gunnar spældi á øllum landsliðum fram til A-landsliðið, har hann spældi fyrsta landsdystin ímóti Íslandi í Kópavági tann 22. mars 2009 beint eftir skiftið til Manchester City, har tað eydnaðist føroyska landsliðnum at vinna 2-1 undir leiðslu av Heðini Askham. Hetta var samstundis fyrsti sigur á Íslandi í einum A-landsdysti yvirhøvur! Hjálparvenjarin var fyrrverandi málmansúrmælingurin Jens Martin Knudsen, sum leingi kappaðist við Jákup Mikkelsen um málmansplássið. Gunnar Nielsen tryggjaði, at kongarøðin kundi halda áfram.

Árið eftir upprann stóra løtan, tá Gunnar Nielsen, sum fleiri ferðir hevði sitið á bonkinum hjá mæta Manchester City, varð skiftur inn og harvið gjørdist fyrsti føroyingurin yvirhøvur, sum leikti ein dyst í Premier League. Hann fekk smáar 20 minuttir á vøllinum ímóti Arsenal. Gunnar helt málið reint og dysturin endaði 0-0.

Umvegis Silkeborg, Motherwell og Stjarnan endaði Gunnar í íslandska felagnum FH Hafnarfjörður.