Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tríggir skúlar vilja stovna móttøkuflokk

Í løtuni eru tvær umsóknir um móttøkuflokk í Undirvísingarstýrinum til viðgerðar. Harumframt er ein onnur umsókn, sum ikki lýkur treytirnar

Undirvísingarstýrið skal í næstum taka støðu til tvær ítøkiligar umsóknir um at seta á stovn móttøkuflokk. Harumframt er ein onnur umsókn til viðgerðar, men hon hevur ikki nokk av næmingum til at lúka treytirnar.

– Av tí at umsóknirnar enn eru til viðgerðar, umframt umsóknina, sum ikki lýkir treytirnar, so ber í løtuni ikki til at siga, hvørjir hesir skúlar eru, sigur Jónleif Johannesen, fulltrúi í Undirvísingarstýrinum, við FM1.

Kunngerðin, ið umrøður undirvísing í føroyskum sum annaðmál, sigur, at minsta næmingatalið at stovna móttøkuflokk er sjey næmingar.

– Um hendan umsóknin skal verða ítøkiliga viðgjørd, eiga skúlin og kommunan, ið talan er um, fáa samstarv í lag við annan skúla ella aðra kommunu, fyri at fáa treytirnar viðvíkjandi næmingatalinum uppfyltar. Tað hevði verið ynskiligt, at kommunur/skúlar tóku seg saman at skipa móttøkuflokkar, tí tað hevði gjørt tað lættari at givið næmingunum nøktandi tímatal, og at fingið lærarar við føroyskum sum annaðmáls-útbúgving at undirvíst fleiri tímar innan økið, sigur Jónleif Johannesen við Skúlablaðið.

Kunngerðin um undirvísing í føroyskum sum annaðmál heimilar undirvísing í móttøkuflokkum. Tað eru í løtuni tveir móttøkuflokkar, annar í Runavíkar kommunuskúla og hin í Havn, sum er skipaður í kvøldskúlanum; hesin seinni heldur uppat, tá ið hetta skúlaárið er av.

Afturat hesum hevur Eysturskúlin ein flokk fyri børn, sum eru komin úr Ukraina sum flóttar.

Í øðrum skúlum verða børn undirvíst í føroyskum sum annaðmál í smærri bólkum, sum verða settir saman so hvørt.

Í Breddanum um móttøkuflokar í Útvarpinum í mars kom millum annað fram, at tað eru 120 børn í fólkaskúlanum, ið als ikki skilja føroyskt; harafturat koma øll tey, sum kenna nakað av føroyskum, men enn hava langt á mál fyri at kunna blíva ein virkin partur í samfelagnum á jøvnum føti við onnur.

Les eisini...  54 mannfólk og tvey konufólk fingu prógv

– Sostatt eitt stórt tal, sum veksur alsamt, skrivar Skúlablaðið.