Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hoyr venjaran hjá StÍF og stórskjúttan hjá Kyndli seta orð á 36-18 stórsigurin hjá Kyndli í fyrstu FM-finaluni

Hoyr Sjúrð H. Hoydal taka samanum fyrstu FM-finaluna í SMS-deildini Kyndil-StÍF 36-18 (18-9), og hoyr venjaran hjá StÍF, Dan Muurholm Jürgensen og 15-málsskjúttan hjá Turið seta orð á dystin. Dan trýr uppá, at StÍF við ymiskum rættingum kann gera tað nógv betri, og Turið fer ikki upp at flúgva av stórsigrinum, men væntar harðari dystir framyvir.

Mynd: Kyndil