Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Elin tilnevnd Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins

Barna- og ungdómsbókin Flytifuglar sum Elin á Rógvi hevur skrivað, er tilnevnd Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins, ið verður latin annað hvørt ár

Virðislønin verður latin fyri at seta fokus á og styrkja barna- og ungdómsbókmentir í útnorðri.

Virðislønin er 60.000 krónur.

Um bókina:
Eitt mist heim.
Eitt rænt barn.
Og ein pistól ímóti høvdinum …

Hóast 11 ára gamla Mai hevur búð í Vestmanna í fleiri ár, er tað ringt at føla seg heima, tá eingin letur hana gloyma, at hon er øðrvísi. Tá ein drongur hvørvur sporleyst úr einum barnavogni, royna Mai og vinkonan Emma at finna hann. Dagarnir ganga, og leitanin tykist vónleys. Men knappliga stendur Mai við einum smábarni í ørmunum og má flýggja fyri lívinum, um hon skal bjarga sær sjálvari og barninum.

Í Føroyum búgva nógvar familjur, har annað foreldrið er føroyingur, og hitt foreldrið er tilflytari úr einum øðrum landi. Børnini í hesum familjum hava tí ofta tvær mentanir og tvey mál  – um ikki fleiri. Av tí sama ber til at spyrja, hvussu tað kennist at vaksa upp í einum samfelagi, har tú bæði ert heima og fremmand ella fremmandur í senn

Tað verður sagt um bókina “Flytifuglar”, at tað er ein spennandi krimi, og ein søga um at vera tilflytari, sum ikki pyntar upp á veruleikan.

Bøkurnar, ið eru tilnevndar Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins 2024, eru:

• Flytifuglar eftir Elin á Rógvi (Føroyar)
• Eli aalisagaesuarlu eftir Apollus Inûsugtok´ (Grønland)
• Hérargerði eftir Lóa Hlín Hjálmtýsdóttir (Ísland)