Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tvey beinbrot í Betrideildini

Andrass Johansen og Jákup B. Andreasen hava brotið beinið, og spæla ikki fótbólt komandi vikurnar

B36-miðvallarin Andrass Johansen spælir ikki aftur fyribils, og tað ger KÍ-liðskiparin, Jákup B. Andreasen, heldur ikki.

Báðir vóru óhepnir í seinasta umfari í Betrideildini við at bróta beinið.

– Eg havi tíverri fingið at vita, at eg havi eitt brot í beininum. Eg veit ikki nógv meira enn tað í løtuni.
Takk fyri øll góð ynski. Eg havi tað gott, eri avkláraður við støðuna og mótið er gott.
Ótrúliga viktigur og flottur sigur í kvøld. Latið okkum savnast um KÍ og byggja víðari á hetta úrslitið, skrivar KÍ-liðskiparin, Jákup B. Andreasen, á Facebook-síðuni hjá KÍ.

KÍ stríddi seg til ein 1-0 sigur úti móti EB/Streymi, men tað er líkt til, at hetta gjørdist ein dýrur sigur fyri KÍ, ið longu hevur ein langan skaðalista. Jákup B. Andreasen var júst byrjaður aftur at spæla, eftir at hann eisini hevur verið darvaður av skaða í byrjanini av hesum kappingarárinum.

B36 hevur ikki fingið góða byrjan upp á kappingarárið, nú felagið hevur meldað út, at felagið skal stríðast um FM-heitið í ár.

Hópurin hjá teimum hvítu í Havn hevur eisini verið darvaðar av skaðum, og nú legst eitt kent navn afturat listanum, tí í 3-3 dystinum móti ÍF í Gundadali, bleiv Andrass Johansen takklaður nakað harðliga og lendi óheppið á vøllinum eftir takklingina.

B36 skrivar, at tað stóð øllum greitt, at støðan var ring, tá Andrass Johansen varð borin av vøllinum í dystinum móti ÍF.

Tað er nú staðfest, at hann hevur eitt brot í høgra fóti.

Fríggjadagin skal hann skurðviðgerast, og sum støðan er, so verður ikki roknað við, at hann spælir aftur komandi tríggjar mánaðirnar.

Les eisini...  Ljóð-samandráttur: KÍ - B36

Harvið er tað ein dyggur smeitur fyri bæði KÍ og B36, umframt fyri landsliðið, at tveir so týdningarmiklir spælarar eru úti við skaða komandi tíðina.